Ráðgeving innan ferðavinnu, produktmenning og marknaðarføring

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen hevur dyggar royndir innan ferðavinnu. Hon varð liðug sum akademiøkonom í ferðavinnu í 1997 og var í tí sambandi í starvsvening hjá Ferðaráð Føroya.  

Síðan tá hevur hon nomið sær dyggar arbeiðs- og leiðsluroyndir innan ferðavinnu. Hon hevur 5 ára arbeiðsroyndir sum ferðavinnustjóri í Løkken/Vrå kommune. Harumframt var hon vørustjóri hjá Stena Line Danmark í góð trý ár, har hon hevði ábyrgd av pakkaferðum til Noreg og Svøríki, summar og vetur.

Oda flutti heim aftur til Føroyar í 2007 í starv sum søluleiðari fyri Føroyar hjá Smyril Line.

Í 2009 skifti hon vinnuveg og arbeiddi sum deildarstjóri fyri handilsdepilin hjá Føroya Tele. Hon hevði ábyrgd av øllum telebúðunum, innkeypi og tænastu og sat í leiðslubólkinum. Seinastu 8 árini hevur hon arbeitt á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, seinni Betri.

Á sumri 2018 eftir 4 ára lesnað. varð Oda liðug við útbúgvingina HD í Marketing Management og avgjørdi at venda aftur til hennara yndisvinnu, ferðavinnuna.

Við grundarlagi í hennara dyggu starvsroyndum innan ferðavinnu og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring, bjóðar hon ráðgeving í vørumenning, ferðavinnuleiðslu, prísáseting og marknaðarføring. Harafturat bjóðar hon ráðgeving til kommunur og ferðavinnuna innan burðardygga ferðavinnumenning og strategi. 

Shopping Cart
Scroll to Top