Gisting Mykines á Lonini Guesthouse

Gisting Mykines á Lonini Guesthouse

Prísur fyri ein persón min. 2 persónar pr. kamar. Vit hava 2 kømur og 1 kamar hevur dbl. song og møguleika fyri gestasong. Um tit eru 3 fólk so setið tykkum í samband við okkum her og vit gera bíleggingina fyri tykkum

Gist í hesum søguliga gistingarhúsinum fra´1895 møbelerað í 1950 stíli. Tykkara lokala vertinna, sum býr í Mykinesi alt árið ger tykkum lekran morgunmat við heimabakaðum bollum. Uppliv kvirruna um kvøldið á oynni burtur frá mongdini og síggið lundar i sólsetri.

Gistingarhúsið hevur bara 2 kømur, so tit vera ongantíð meira enn 5 fólk saman við tykkara vertinnu í gistingarhúsinum. Vertinnan bjóðar kaffi/te og heimabakaða kaku um kvøldið og tit kunnu keypa 2 rættir nátturða. Tit kunnu eisini bíleggja Odu sum ferðaleiðara til kvøldar- og sólseturtúr, 3-4 tímar dagstúr ella til 5 tímar gongutúr til fjallatoppin Knúkur við útsýni yvir vøkru dalarnar Korkadal, Kálvadal og Borgardal og eisini til Tvillingsgjógv.

Úr: kr.1,250.00

2 rættir náttúrði um kvøldið pr. persón

Lekkur 2 rættir nátturði um kvøldið. Vertinnan ger tykkum ein av hesum 4 rættunum, fiskasuppa, ovnbakaður laksur, langtíðarstoktur lambsbógvur ella stokt raspað flag. Tit fáa eisini omaná við kaffi ella te. Prísurin er pr. persón og er íroknað eitt glas av víni afturvið matinum.

Sólsetur og lundar túrur maj - august

2-3 hours sunset and puffin evening hike incl. hot chocolate and sweets. Hike away from the crowd in a small group of max. 6 people with guesthouse host and local guide Oda. Min. 2 persons

3 tímar dagstúrur í Mykinesi

3 tímar gongutúrur við Odu W. Andreasen sum tykkara lokala ferðaleiðara. Max. 5 persónar og ferðaleiðarin. Prísurin er fyri upp til 5 persónar.

Matpakki pr. persón

Lekkur matpakki at taka við á gongutúrinum

5 tímar gongutúrur til Fjallatoppin Knúkur

5 tímar gongutúrur til fjallatoppin Knúkur 560 metrar. Fantasiskt útsýni yvir teir 3 dalarnar Korkadalur, Kálvadalur og Borgardalur og Sørvágsfjørð. Vøkur fotostopp á turinum og útsýni yvir Tvillingsgjógv. Prísurin er fyri upp til 5 fólk.

Meira kunning

incl. breakfast for 1 person. Booking is min. two persons in double bed or twin bed room. Possible to book 3 persons in double room for an addittional cost of dkk 1.250,- where the 3rd person is in an extra bed in the room.

 

 

Myndir

Hápunkt á túrinum

Bátsferðin

Tú siglir frá bryggjuni í Sørvági kl.10.20 við bátinum Jósup og kemur til Mykines kl. 11.00. Á bátsferðini sært tú vakra Tindhólm og Drangarnar heilt nær. Tú siglur eisini fram við vøkru vestursíðuni á Mykinesi og útsýnið er heilt einastandandi.

1895 Gistingarhúsið

Tit búgva í einum av elstu húsunum í Mykinesi. Gistingahúsið Á Lonini er frá 1895 og var søguliga fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi. Tit sova undir undir tekjuni og tá tit lata loftsvindeyga upp, er flagtekja uttanfyri. Húsið er høvuðsumvælt í gomlum stíli men sengurnar eru nýggjar, man má sova væl.

Heimagjørdur matur

Til morgunmat fáa vit heimabakaðar bollar og lekran føroyskan viðskera. Vit njóta matin í hugnaligu stovuni við antikkum innbúgvi, soleiðis sum hon sá út í 1950, tá Lonin var fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi.

Shopping Cart
Scroll to Top