Mykines sólsetur og lundatúrur

Mykines sólsetur og lundatúrur

Price dkk 3.495,-/pers. min. 2 persons incl. two course dinner, evening sunset and puffin hike with private guide, accommodation in dbl. or twin room and breakfast.

Tú bíleggur gongugjald og keypir ferðaseðil til bátin https://www.mykines.fo her

Verið eitt við náttúruna, tey lokalu og lundarnar og njótið friðin í Mykinesi um kvøldið.
Tit uppliva stillið á oynni um kvøldið, hoyra fuglarnar láta og ánna tutla oman gjøgnum bygdina og fara at heilsa lundum og súlum og síggja sólsetur, um tað er klárt. Hoyr aldurnar og brimið og gangið gjøgnum bygdina og njótið kvøldarkvirruna.

Eftir nátturðan pakka vit ryggsekkin við kakao og onkrum søtum og fara kvøldartúr til klettarnar og minnisvarðan og heilsa uppá súlur og lundar meðan við bíða eftir sólsetu. Minnist til at tað er ljóst til kl. 23 í Føroyum um summarið.

Tit gista í hugnaligum kamari við dupultsong ella 2 einkultsengrum undir vaðingini. Støðið er B&B
Morgunin eftir eta vit morgunmat og tit kunnu ganga ein túr í bygdini, oman til sjóvarmálan ella ein túr afturat niðan at heilsa uppá lundarnar og fuglarnar, áðrenn tit sigla aftur til Sørvágs við morgunferjuni.
Bílegg tín sólseturtúr her 

Meira kunning

Every day (1. May – 30. August)

16.20 Siglir frá molanum í Sørvági
17.00 Koma tit Mykinesar
19.00 Nátturði
21.00 Sólseturtúrur
08.00 Morgunmatur
11.30 Aftur til Sørvágs við bátinum Jósup
12.15 Koma til Sørvágs

Myndir

Hápunkt á túrinum

Bátsferðin

Tú siglir frá bryggjuni í Sørvági kl.10.20 við bátinum Jósup og kemur til Mykines kl. 11.00. Á bátsferðini sært tú vakra Tindhólm og Drangarnar heilt nær. Tú siglur eisini fram við vøkru vestursíðuni á Mykinesi og útsýnið er heilt einastandandi.

Ból & Biti

Tit búgva í einum av elstu húsunum í Mykinesi, "Á Lonini" frá 1895. Hetta var søguliga fyrsta gistingarhúsið í Mykinesi. Tit eta nátturða her, áðrenn kvøldartúrin at síggja lunda og sólsetu.

Heimagjørt

Vit fáa m.a. bleyttkókað egg og heimabakaðar bollar við rabarbusúltutoy úr Mykinesi til morgunmat.Til nátturða kunnu tit velja langtíðarstoktan lambsbógv, Fiskasuppu, ovnbakaðan laks ella stokt flak við rákosti.

Sólseturtúrur

Vit ganga niðan gjøgnum bygdina og fram við eggini út á Rógvu, har fá ella nær ongi onnur fólk eru. Vit finna okkum eitt gott stað at seta okkum at hyggja eftir lundum og sólsetur, um tað er klárt. Vit taka kaffi og okkurt søtt við okkum og njóta tað á túrinum. Tá sólin hevur sett, ganga vit aftur til bygdina og fáa ein góðan náttarsvøvn.

Shopping Cart
Scroll to Top