
THE INTEREST IN SUSTAINABLE TOURISM
Áhugin fyri burðardyggari ferðavinnumenning kom í 1997, tá eg í samband við mína útbúgving sum akademiøkonom í ferðavinnu, skrivaði høvuðsuppgávu um burðardygga ferðavinnu í Mykinesi.
Eg var úti í Mykinesi í januar mánaði og tosaði við lokalu íbúgvarnar har, um hugburð til ferðafólk og ynski og hugskot til inntøkur úr ferðavinnuni.
Eisini tosaði eg við jarðarráðið, fuglafrøðingar og um fysisku burðardygdina á oynni.
Náttúru, fysisk, alis- og mentanarlig og fíggjarlig burðardygd er bulurin í øllum tí, sum eg menni innan ferðavinnu.
Eg var eisini í Føroyum í 1998 og helt fyrilestur um burðardyggar ferðavinnu við støði í einari case úr Svøríki.